Samrøða við Boga Rasmussen,skipara:
Nøkur av føroysku uppsjóvarskipunum eru farin at royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, men enn er lítið at fáa.
Vertíðin er ikki rættiliga byrjað enn. Fyrsti svartkjaftatúrurin hjá Christiani í Grótinum í fjør í føroyskum sjógvi byrjaði 5. apríl.
Christian í Grótinum hevur gjørt tríggjar túrar eftir svartkjafti vestan fyri Írland, og har var fiskiskapurin góður.
Nú gongur svarkjafturin norðureftir.
Hoyr samrøðu, sum var gjørd við Boga Rasmussen, skipara, í gjárkvøldið: Royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi | Kringvarp Føroya
Samrøðan og innslagið er frá heimasíðuni kvf.fo.