Bjørgvin var fyrsta føroyska skipið, ið legði leiðina til Danmarkar eftir 2. heimsbardaga.

Bjørgvin var 4. september 1976 søkt í Djúpunum

Tað skrivar Óli Olsen á norðlýsid.fo

Myndin: Bjørgvin fekk óføra móttøku, tá ið hon 27. juni 1945 kom á Havnina við føroyskum útisetum úr Danmark. | Mynd: Nationalmuseet

Bjørgvin var fyrsta føroyska skipið, ið legði leiðina til Danmarkar eftir 2. heimsbardaga. Við Merkinum í húnarhátt legði sluppin 8. juni 1945 at bryggju í Keypmannahavn. Fjøld av føroyskum útisetum tók ímóti, og fleiri vildu sleppa heim aftur við til Føroya. Tá ið Bjørgvin 27. juni var aftur á Havnini við 15 útisetum, var móttøkan ógvuliga góð. Røður vórðu hildnar, og fosturlandssangurin, Prúða land, varð sungin.

Skonnartin Mjóanes, sum var í hølunum á Bjørgvin til Danmarkar, kom 1. juli 1945 á Havnina við 27 ferðafólkum. Eisini tey fingu sera góða móttøku.

Bjørgvin var smíðað í 1885 í bretska ermarsundsbýnum Galmpton, 89 tons og fekk seinni 67 hesta tuxham motor. Kristian Poulsen, skipari, av Strondum keypti 5. desember 1925 sluppina úr Íslandi.

7. januar 1931 seldi Kristian Poulsen Andriasi Danielsen, keypmanni, á Strondum og Juliusi Clementsen, skipara, av Syðradali, Kalsoy, skipið. Stutt eftir keypti Julius partin hjá Andriasi, so at hann átti sluppina einsamallur. Julius Clementsen, sum búsettist í Havn, førdi sjálvur Bjørgvin komandi mongu árini.

Ávegis á bretska marknaðin við ísfiski var Bjørgvin um ólavsøkuleitið 1943 fyri týskum flogálopi 45 fjórðingar úr Fugloynni. Farið varð á Klaksvík, har tveir mans máttu undir læknahond.

Í 1953 seldi Julius av Syðradali Thomasi Fagranesi í Saltangará Bjørgvin, og í 1965 seldi Thomas Fagranes fýra rituvíkingum sluppina.

Bjørgvin var 4. september 1976 søkt í Djúpunum og strikað úr skipaskránni 25. februar 1977.