Bjarni Petersen, skipari: Sjálvsagt burdu vit kunna tað sama

Lesarabræv

Øll uttan føroyingar hava funnið útav og latið sínum rækjuskipum aðra kvotu enn rækjur ta myrku tíðina.

Tá so Grønlendskir rækjutrolarar fiska makrel ótarnaðir norðanfyri Føroyar og landa her í Kollafirði fyri uml. dupultan prís enn tað føroyingar fáa, so loypur ketan av hjá mær. Sjálvsagt burdu vit kunna tað sama.

Arctic Viking er einasta skip í Barentshavinum, ið bert hevur rækjukvotu. Ongar rækjur eru at fáa í Barentshavinum, tá myrkt er, og sum flestu vita, so er myrkt har norði alt døgnið í uml. 5 mánaðar frá uml. okt. til uml. fyrst í marts.

Hetta blívur snøgt sagt ikki lønandi vinna, hvørki fyri reiðarí ella manning, tá onki annað er ístaðin.

Øll uttan føroyingar hava funnið útav og latið sínum rækjuskipum aðra kvotu enn rækjur ta myrku tíðina. Normenn við uml. 20 góðum, nýggjum skipum við botnfiskakvotu - Russar hava uml 23 rækjuskip, sum fiska tosk ta myrku tíðina, og EU hevur eini 8 rækjuskip, ið eisini fiska tosk.

Tá vit so mistu okkara eginkvotu i Eysturgrønlandi i 2020, ið var okkara álit, so er ikki longur grundarlag. Hóast vit hava fingið lovað arða kvotu aftur fyri tað mista, hava vit onki fingið, hetta til sera stórt ergrilsi fyri meg.

Tá so Grønlendskir rækjutrolarar fiska makrel ótarnaðir norðanfyri Føroyar og landa her í Kollafirði fyri uml. dupultan prís enn tað føroyingar fáa, so loypur ketan av hjá mær. Sjálvsagt burdu vit kunna tað sama.

Eisini mistu vit rækjuloyvið á Flemish Cap og á Grand Bank.

Eg kann ikki annað enn vera øvundsjúkur, tá aðrir fáa tillutað kvotur fyri hundratals milliónir, meðan vit missa. Og tað stuttligasta av øllum er, at fleiri av hesum, ið fingið hava, eru høvuðsparturin útlendsk eigaraskapur???meðan vit eru ein av fáu, ið ikki hava havt útlendskan eigara, so eg skilji als onki av hesum blabbinum av tingsins røðarapalli, siga eitt og gera mótsatt.

Hartil alt hetta tosið at “hava fingið fyri onki” kann so ikki sigast um okkum, tvørturímóti hava vit skaffa Føroyum nógv søgulig rættindi við Svalbard -F Capp og funnið allar flestu rækjuleiðirnar i Russiskum sjógvi og onki fingið afturfyrið - men bert mist.

Tá so vit skulu gjalda afturfyri at fiska, fyri at dekka alment oyðsl í 100 tals milliónir t.d. Glasir og H bygningurin

Ein stórur feilur er, at nokk eingin av okkara leiðandi monnum hevur pissað í saltan sjógv, so teir duga ikki at seta seg inn i fiskivinnuna. So skilið er hareftir.

Bjarni Petersen