Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini hevur sett fundin

Nú klokkan tíggju fer uttanlandsnevndin at viðgera frágreiðingina hjá landsstýrinum um føroyska samstarvið við Russland

Við frágreiðingini er tilmæli um, hvat landsstýrið ætlar at gera við samstarvið.

Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum fer at ráðføra seg við uttanlandsnevndina.

Hann sigur, at í samgonguni er semja um tað, sum landsstýrið ætlar.

Svara í næstu viku

Høgni Hoydal sigur, at hann hevur biðið um, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vera við í ráðførsluni í dag.

Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, væntar, at Høgni Hoydal fær svar frá nevndini í næstu viku.

Skal fiskivinnusamstarvið við Russland broytast ella steðgast, skal løgtingið samtykkja tað. 

Tí skal landsstýrismaðurin í løgtingið við lógaruppskoti um tað.