Bílagt landgongir eftir at spurnartekin er sett við trygdina í føroyskum havnum

Seinnu árini eru fleiri menn druknaðir, tí teir eru dotnir á sjógv, tá teir hava ætla sær umborð ella í land av skipi, sum liggur í havn. Hetta hevur sett spurnartekin við trygdina á landgongdunum til skipini. Eitt nú at hava trygdarnet undir, um onkur skuldi verið áhalsin og dottið av landgongini.

Hóast tað altíð er skiparin, sum hevur evstu ábyrgdina á økinum, tók borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen undir við, at kommunurnar kunnu ger sítt til at betra um trygdina í havnunum. Kommunan hevur tí bílagt landgongir við trygdarneti undir, sum kunnu brúkast, tá skipini ikki hava egnaðar landgongir umborð. 

Borgarstjórin í Runavík vísir á, at tey skipini, sum javnan koma til bryggju í kommununi, hava tryggar landgongir umborð, sum tey brúka, tá tey leggja at.

 

Vit hava ...............les alla greinina HER https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/02/09/runavikar-kommuna-keypir-landgongir