Bil fyri tveir saltfiskatúrar – og so á ólavsøku
Birgir hevur skrivað. Tað var tá ið hann var ungur og eitt sindur ábyrgdarleysur og nokk so bygdasligur, tað skrivar Sonne Smith í blaðnum hjá Føroya Ellisakfør.
Bilar! Bilar! Bilar! Tað fylti nógv í mínum hugaheimi í mínum barna- og unglingaárum. Stóribeiggi, Manni, sum bæði samlaði upp á modellbilar og eisini gekk høgt upp í bilar annars var fyrimyndin. Hann var ein av teimum í Klaksvík, sum eisini var fyrimyndin fyri nógvar ungar dreingir tá, tí hann koyrdi í flottum bilum.
Pápi okkara, sum var koyrilærari í 40 ár, hevði altíð reinar og flottar bilar, og tí gingu vit beiggjarnir eisini í tíð og ótíð út í tún at vaska bil, tá hann kom í túnið. Pápabeiggi okkara Hjørleif, sum átti ikki færri enn 10 bilar samstundis, var okkara fyrimynd eisini.
Í 60'unum, 70'unum og 80'unum var eisini sera stuttligt at hyggja í gomlu telefonbøkurnar, har bilhandlararnir lýstu við flottum bilum. Hetta við at eiga flottar bilar var ein dreingjadreymur. At uppfylla hendan dreingjadreym kravdi pening, og sum 17 ára gamal vóru einastu ráðini at fara til sjós, tí har vóru skjótir pengar at forvinna.
Í 1976 var eg liðugur sum skipskokkur og bað um hýru umborð á "Nónhamri", nýggja trolaranum hjá innistovumonnunum. Vónin um at fáa tann flotta bilin var nú komin eitt vet nærri. Vit fóru av Klaksvík 13. desember 1976, og fýra mánaðir seinri, í apríl 1977, vóru vit aftur á Klaksvík.
Tað var ein løgin kensla, tí enn var bara helvtin av upphæddini til tann flotta bilin rokkin. Eg hevði longu, áðrenn túrurin byrjaði, valt, hvønn bil eg skuldi keypa: Ein Mazda 929 Hardtop. Hann kostaði 49.600 krónur.
Bara seks dagar seinri fór "Nónhamar" avstað aftur til Gønlands, fyri mín part fyri at uppfylla dreymin um bilin, sum altíð hevði verið í huganum. Tað gingu aftur útvið fimm mánaðir, til vit vóru aftur á Klaksvík, og bildreymurin var heilt nær nú. Nú var bara spurningurin, hvussu nógv vit fingu fyri lastina, og hvussu stór avrokningin varð hesa ferð. Tann fyrra avrokningin var heilar 25.236 krónur.
Tankin um at hava verið á sjónum í 10 mánaðir og so søpla peningin burtur til ein bil var ikki í mínum tonkum. Foreldrini royndu sítt at forða mær at keypa bilin, men dreymurin skuldi ikki knúsast nú. Uttan at hugsa meir um tað, so var bilurin keyptur ólavsøkuaftansdag og goldin kontant.
Nei, her var eingin slingur í valsinum – kontant! Tað stuttliga við hesi søguni er, at støða skuldi ikki takast til, hvat skattavaldið skuldi hava burtur av hýruni, tí skattaskipanin var soleiðis háttað tá, at skatturin av inntøkuni í einum ári ikki skuldi gjaldast fyrr enn árið eftir.
Bilurin – ein hvítur Mazda 929 Hardtop – varð keyptur sum sagt ólavsøkuaftansdag frá Olafi Joensen í Klaksvík, sum tá var umboðsmaður hjá Johs. Berg í Klaksvík. Bilurin var hvítur og hevði brúnt inntrekk. Stereoannlegg varð sett í bilin, og onkur strípa var somuleiðis sett á bilin. Hvat ger ein ungur drongur, sum nú stendur við einum nýggjum bili og ongum koyrikorti?
Jú, magnetin var keypt, og vinir og kenningar blivu bilførarar, og beiggin, sum nú býr á Toftum, var eisini ofta bilførari. Bilurin bleiv nógv brúktur. Hendan ólavsøkuaftansdag varð farið við Ternuni av Klaksvík til Leirvíkar. Leiðin gekk beinleiðis til Havnar á ólavsøku – við fullum bili av fólki og privatsjaføri, sum vera man.
Hendan søgan man neyvan vera eindømi úr Klaksvík tá, tí eg kenni heilt nógvar søgur um menn, sum hava brúkt sínar pengar til fjant og fjas, fyri síðan at verða noyddir at fara aftur til skips at forvinna fyri skattin, sum kom árið eftir.
Kanska er hettar ein søga um, at tað ber til at røkka tí, sum mann setir sær fyri, bara mann sær málið klárt fyri sær og ger ein miðvísan innsats. Hinvegin, so er søgan sanniliga eisini bæði ræðandi og ein lærupengi um, hvussu ein ungur drongur ikki eigur gera. Men soleiðis vóru tíðirnar tá, og man ikki onkur ungur sjómaður gera hetta enn?
Men ein týðandi munur er! Í 2023 sleppur sjómaðurin lukkutíð ikki at brúka peningin hjá skattavaldinum, tí skatturin er farin av, áðrenn hýran er tøk á bankabókini.
Men ólavsøkan var góð!
Niðanfyri sært tú avrokningar og bilin.
Orð og myndir:
Birgir Waag Høgnesen