BEINLEIÐIS BEINT NÚ í KVF: Orðaskifti verður um tilmælið frá ALS-stýrinum at broyta fiskavirkisskipanina
Útreiðslurnar til fiskavirkisskipanina vaksa, hóast arbeiðsloysið er minkað seinastu árini.
Stýrið í ALS mælir nú til at stytta tíðarskeiðið, sum fólk kunnu vera í skipanini, úr átta niður í fýra vikur, altso niður í helvt.
Eyðfinn Jacobsen, stýrisformaður í ALS, og Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, siga sína hugsan um málið, og síðani verður politiskt orðaskifti í útvarpsstovuni millum Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, Sólvit Nolsø í Framsókn og Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum.
Borgarating
Borgarafundir eru góðir, men Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skjýtur upp, at kommunan skipar borgarating, tá stórmál eru á skránni.
Á tann hátt kunnu málini vera greiðari at viðgera á til dømis einum borgarafundi, áðrenn endalig støða verður tikin, heldur hann.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.