Beinir Johannesen eitt rimmar val
Beinir Johannesen var toppskorari hjá Fólkaflokkinum í 2019, og tað er hann so sanniliga eisini í ár, nú Klaksvíkin, heimstaður hansara, er tald upp. Í Klaksvík hevur hann fingið 718 atkvøður.
Hann hevur fingið heilar 1377 atkvøður higartil í kvøld, samanborið við 998 atkvøður samlað í 2019, og enn mangla valúrslitini í Havn.
Beinir Johannesen er 25 ár, og hann stillaði upp fyri fyrstu ferð seinasta val sum bert 22 ára gamal. Hann gjørdi eitt sera gott val og var eisini yngsti persónur, sum nakrantíð er valdur beinleiðis inn á løgting. Nú er hann so eisini yngsti formaður yvirhøvur í føroyskum politikki.
Tað skrivar kvf.fo