Bedingarnar í Klaksvík hava eina langa søgu
À hesi myndini frá 1950-árunum stendur Nevið Reyða hjá Kjølbro uppi á Stórubeding, meðan Norðlýsið stendur uppi á Lítlubeding við flagginum á stong. Hetta er tó ikki so lætt at síggja á hesi myndini. Fischer Heinesen var reiðari á Norðlýsinum um hesa tíðina, so eg giti, at myndin er tikin 13. juli 1956, tá Fischer kom aftur til Klaksvíkar, eftir at hava sitið 8 mánaðir í fongsli í Havn fyri hansara leiklut í læknastríðnum. Hetta kann eg tó ikki siga við vissu. Jóhan Purkhús eldri tók myndina.
Bedingarnar ella sleipistøðirnar í Klaksvík hava eina langa søgu , tí brúk var fyri at kunna taka motorbátarnar upp á land, eftir at fleiri teirra vórðu tiknir í brúk fyrst í 1900 talinum. Tann fyrsta sleipistøðin í Klaksvík kom í 1910, og hon lá stutt uttanfyri handilshúsini úti í Klaksvík. Hon varð bara ætlað motorbátum. Tað vóru Klávus í Trøllagili og Askham úr Havn, sum stóðu fyri arbeiðnum, tá henda sleipistøðin varð gjørd, og vognurin til støðina varð gjørdur á staðnum. Henda sleipistøðin var virkin í nøkur ár, men seinni varð hon koyrd burtur.
Tað næstu sleipistøðina lat Axel á Stongunum gera í Ravnagili í 1918. Hann hevði verið við til at tikið motorbátar upp á land á upp á gamla mátan uttan spæl at draga við. Tá vórðu bátarnir settir inn móti landi á hægstu flóð, og so mátti arbeiðast sum skjótast, meðan tað fjaraði. Hetta riggaði ikki altíð so væl, tí bátarnir máttu fáast aftur á flot, áðrenn streymurin linkaði aftur. Á sleipistøðini í Ravnagili, sum nú verður kallað Lítlabeding, varð eitt hondspæl sett upp at draga við, og seks mans máttu vera við spælið, tá bátar skuldu takast upp. Fyrstu rullurnar til sleipistøðina vóru úr timbri. Longu í 1922 varð henda sleipistøðin umvæld, og í 1934 varð hon aftur umvæld og styrkt, so størri bátar kundu takast upp.
Í 1920 árunum var eisini tørvur á at kunna taka størri skip upp á land, og tí fóru brøðurnir J.F. Kjølbro og Dávur úr Gerðum undir at fyrireika eina størri sleipistøð norðan fyri Ravnagil. Vognurin varð keyptur úr Svøríki, og timbur- og jarnsmiðja vórðu bygdar í tilknýti til bedingina. Henda bedingin, sum tey flestu ídag helst kallað Stórabeding, stóð klár í 1928. Fyrsta skipið, sum varð tikið upp, var sluppin Haraldur. Síðan er henda bedingin og smiðjurnar umbygdar og útbygdar fleiri ferðir.
Seinnu árini hevur verið ógvuliga lítið virksemi á Lítlubeding, meðan Stórabeding hevur ment seg nógv við nýggjum eigarum.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum á facebook-vanganum Gamlar myndir úr Klaksvík/Norðoyggjum