Báturin hevur ligið á Havnini nærum allan desembermánað
Eru noyddir at halda jól í Føroyum
Teimum dámar væl í Føroyum og bera føroyingum alt gott. Kortini ætlaðu teir ikki at halda jól í Føroyum. Menniskjað ræður tíbetur ikki yvir havi, vindi og aldum, og tí vera jólini hildin í Føroyum og ikki í Íslandi, sum ætlað.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin -myndina eigur TJ-myndi.
-Vit eru ávegis úr Norra til Íslands við Fosnafjord. Hetta bleiv ein drúgv ferð, tí báturin hevur ligið á Havnini nærum allan desembermánað. Útlitini at koma víðari til Íslands, eru vánalig; eisini komandi dagarnar, tí veðurmennirnir siga frá vindi. Báturin er ikki bygdur til havsigling, og tí mugu vit taka hædd fyri. Hann er góður undan, og tá kunnu vit sigla í naka av vindi og aldum, men er vindurin inn á síðuna ella ímóti, kunnu vit ikki sigla. Tað sigur skiparin á Fosnafjord, Roald Brattøy.
-Fosnafjord er bygdur í ár og tikin í nýtslu í september. Hann er ein sokallaður hjálparbátur í alivinnuni. Nú hava eigararnir gjørt eina fimm ára leiguavtalu við íslendska alivinnu, og tí eru vit nú ávegis til Íslands við honum, sigur hann.
-Báturin er ein tvíkilja, sum er 25 metrar long og 13 metrar breið. Her er nýggjasta útgerð umborð, bæði til sigling og aliarbeiði. Fýra mans eru við í senn og tvær manningar hoyra til bátin. Vit eru umborð í fýra vikur og hava so frí í fýra vikur, sigur Roald.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár. Hann hevði eitt Guds orð og bøn. Manningin fekk jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum, sum teir fegnaðust um. Teir hava eisini jólapakkar frá familju við, so teir fáa nokk eini góð jól kortini.
Teimum og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Mynd: Roald Brattøy, Ørjan Thomassen, Oliver Blø og Ole Morten Tysse.