Bátasmíð í Sandavági og mentanarhús við sjósavni í Sørvági
Sandavágsmenn vilja birta upp undir hugin at brúka føroyska bátin, og í Sørvági fara tey í næstum undir at byggja mentanarhús og sjósavn fyri alla oynna.
Í Kollafirði tosa vit við bátasmiðin, Terja R. Jakobsen, sum í summar fer at smíða ein bát í túninum hjá Suðuroyar-Dánjali í Sandavági. Og í Sandavági greiða tveir fyrireikarar frá Sandavágs Fornminnafelag frá hugskotinum, ið byggir á søgulig viðurskifti og dagsins støðu hjá træbátaslagnum. Teir eru Jan Erik Simonsen og Heini F. Petersen.
Eisini skifta vit orð við ein av stigtakarunum til Mentanarhúsið og Sjósavnið í Vágum, ið fer at verða bygt við bátahylin í Sørvági. Kári Thorsteinsson er frásøgumaður.
Hoyr sendingina HER Stakar sendingar - útvarp | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Ljóarin 9. mai 2023