Barsskor er komin norður fyri Mikladal

Ein av fantastiska góðu myndunum hjá Hjalmar Waag Høgnesen

Høgættarbrim við lendingina undir Hálsinum í Mikladali, tá Barsskor leggur inn ímóti. Kanska líknandi veður sum ídag.

Tvey fólk eru at síggja í trappunum, so helst ætla tey at vita, um nakað kann fáast í land og umborð á Barsskor.

Ein av fantastiska góðu myndunum hjá Hjalmar Waag Høgnesen, sum sigldi sum skipari á Barsskor frá 1965 til 1995.

Barsskor gavst at sigla til tær sunnaru bygdirnar í Kalsoynni í 2005, og stutt undan jólum í 2008 varð báturin høgdur upp norðuri á Strond.

Hjalmar segði, at hann græt, tá hann fekk at vita, at báturin skuldi beinast burtur. Kanska ikki so løgið tí postbáturin hevði verið so stórur partur av hansara lívi í ein mansaldur.

Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Her er eing grein frá Norðlýsinum, tá Barskor var upphøgdur  Norðlýsið: Barsskor upphøgdur í loyndum (jayhat288.blogspot.com)