Barsskor á Trøllanesi í 1965
Barsskor leggur út frá lendingini á Trøllanesi
Her eru teir lidnir at stjóra við postbátinum Barsskor á Trøllanesi í 1965, og postbáturin leggur út frá lendingini. Maðurin á myndini er Páll Østerø í Útistovu.
Áhugaverdu greinina skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna á facebook-vanganum Gamlar myndir úr Klaksvík/Norðoyggjum.
Barsskor var bygdur í Íslandi í 1929 av einum føroyingi, sum æt Peter Viklund. Hann var úr Porkeri, men flutti blaðungur til Íslands, har hann giftist við konu úr Grindavík. Eftir kríggið keyptu menn úr Haldarsvík bátin úr Íslandi, og tá kallaðist hann Høfrungur.
Fyrst í 1950 unum keyptu Fischer Heinesen og Hugo Gardar bátin frá víkamonnum, og hann varð brúktur til útróður í nøkur ár. Men miðskeiðis í 1950-unum fór hann at sigla sum postbátur. Í 1974 tók Strandferðslan yvir rutusiglingina, og eftir tað var Barsskor settur í stand, tá hann m..a. fekk nýtt stýrhús og radara. Barsskor sigldi sum postbátur til í 2005, tá ferjulegan á Syðradali varð tikin í brúk, og Sam fór at sigla.
Tann 11. desember 2008 varð Barsskor høgdur upp norðuri á Strond. Tá var hann um 80 ára gamal, og hevði siglt sum postbátur í eina hálva øld.
Jógvan K. Mørkøre tók myndina í 1965.