Bárður er nú Landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Bárður á Steig Nielsen (Sambandsflokkurin) er landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Bárður á Steig Nielsen er úr Vestmanna, føddur tann 16. apríl 1972. Hann er giftur Rakul Nielsen. Tey hava fýra børn og búgva í Vestmanna.
Bárður á Steig Nielsen varð fyrst ferð valdur á Løgting 30. apríl 2002. Frá 2019 til 2022 var hann løgmaður. Frá 2004 til 2007 var hann landsstýrismaður í fíggjarmálum. Bárður á Steig Nielsen hevur verið formaður í Sambandsflokkinum síðan 2015.
Bárður á Steig Nielsen tók við sum landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum í apríl 2026.
Fiskimannafelagið vónar at fáa gott samstarv nýggja fiskimálaráharran.

