Bárður Á Lakjuni: EG FÓR TIL SKIPS 14 ÁRA GAMAL...

..tankar um saltvatnsfólkið, nú tað eru torradagar

Eg fór til skips sum 14 ára gamal. Tað er nokkso skrapt at kunna siga...men karrieran bleiv tó ikki serliga long – ein vika í starvsvenjing undir Føroyum eftir gulllaksi við partrolara. Spýði tríggjar ferðir á túrinum, og tað var nokk lítið um lort generelt, hóast sjóverkurin rann av eftir einar 2-3 dagar. Tað bleiv bara tann eini túrurin, tíverri. Hómi ikki tey nógvu minnini, men spenningurin, tá hálað bleiv, situr í, og so minnist eg stóru aldurnar og rullið, sum var, hóast árstíðin var góð. Og, ja, roðsluna – gulllaksur er øgiligur roðlsufiskur. Men, nei, “fiskaramævir” bleiv man so ikki.

“EG KOMME FRA SALTVANNSFOLKET...

...folket med sydvest og årer – aldri redde for arbeid og slit, men gni’ne på ord og tårer – sjøen va vel salt nok som han va – og ingen har nå nåken gong blitt mett av ting ein sa.” Soleiðis syngur Bjørn Eidsvåg í vakra og sigandi sanginum, Saltvannsfolket. Og eins og hjá honum, so rennur nakað av søltum sjómannablóði í æðrunum hjá mær – sum tað ger hjá so mongum føroyingum.

Abbi mín í Fuglafirði var sjómaður og skipari tað mesta av lívi sínum, sigldi vandasjógv øll krígsárini og var framúr rokaligur og dugnaligur sjógarpur. Pápi hansara – langabbi – druknaði við bryggjuna í Fuglafirði bert 44 ára gamal. Ein ommubeiggi mín, sum eisini var frágera góður sjómaður, sló út og fekk váta grøv í allarbestu árum, 28 ára gamal. Sanniliga, ogn Føroya fólks, sum tað er farið at eita seinnu árini, hevur kravt blóð sveitta, tár og mikið meiri hjá ikki so fáum – og hon ger tað enn.

400 SJÓMENN OG 66 SKIP

Umborð á Westward Ho, gomlu sluppini, hongur ein mynd niðri í messuni. Yvirskriftin er íslendsk og sigur: “Færeysk skip sem fórust við Island”, og so er ein langur listi yvir skip, sum fórust. Niðast stendur í einum kassa: “Á timabilinu frá 1882-1993 fórust 66 færeysk skip farist við strendur Íslands og með teim 400 sjómenn.”

Eitt heilt, heilt ófatiligt tal. O, tann ekki, stúran og tað stríð, sum tey heima eisini hava livað við og undir, ja, tað er ikki til at fata. Hesar herðar hava borið nógv! Omma mín í Fuglafirði hevði sítt stríð, har hon í stóran mun einsamøll fostraði teir 6 synirnar, tey fingu. Hon var ein kempa! Tær vóru allar kempur, sum syrgdu fyri húsi og heimi, meðan menninir stríddust á sjónum. Og tað eru framvegis mangar slíkar herðar.

OGN FØROYA FÓLKS

Sanniliga, sjófólk okkara, avvarðandi teirra og tey, sum hava við vinnuna at gera, sum stríðast við elementini hvønn dag til arbeiðis og mangan vága lív og heilsu, eru í míni verð alla, alla æru verd.

“Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt,” sigur ein strofa í sálmi hjá Edmundi í Garði, og hóast skip og bátar eru væl tryggari og størri enn fyrr, so er havið framvegis bæði frændi og fíggindi – “logn eina løtu, ta næstu ein ódn,” sum ein annar sálmur sigur. Ogn Føroya fólks – aja, trý orð, sum eru løtt at siga – men hon hevur kostað og kostar framvegis. Tað er gott, at tað eru tey, sum ofra seg at fáa hesa ogn okkara alra til høldar. Annars hevði verið svangligt bæði so og so.

Tað er grundað á hesi, at vit kunnu tosa um “okkara ogn”. Teirra framskygni og framtakshugur, teirra vilji og virkisfýsni, sum hava stríðst og sum framvegis stríðast, hevur eisini gjørt og ger, at vit hava eitt so framkomið og gott samfelag. Og at vit eisini eiga tey søguligu fiskirættindini, sum vit hava í dag.

Eg haldi tað vera øgiliga harmiligt, tá tosað verður um ogn Føroya fólks, sum hon bara er nakað, ið gleiðbeint og frívilliga bítur á ein húk ella svimur inn í ein trolposa, sum var tað ein sjálvfylgja. Og at tey, sum eru á sjónum, bara skulu vera glað fyri, at tey sleppa at fiska “okkara fisk”. Tað er í roynd og veru niðurgerandi mótvegis teimum, sum veruliga kempa tann kampin hvønn dag.

TØKK

Samfelag okkara er so ómetaliga samansett og umfatandi, og tað er tørvur á fólki at starvast á øllum økjum, hvørt tað er á landi ella sjógvi, alment ella privat. Og øll royna vit vónandi eftir førimuni at gera okkara besta við at smíða okkum “eydnuna góða við teimum evnum, sum skaparin gav,” landi og fólki at gagni.

Í míni verð er tað tó nakað heilt serligt at starvast á sjónum. At vera burtur. Umgirdur av havi og sleppur ongan veg. Baksandi á aldukambum og í aldudølum. Rullandi allan sólarringin. Burtur frá familju. Burtur frá vinum. Burtur frá samfelagnum. Føðingardagar fara. Høgtíðir fara. Deyðsføll. Jarðarferðir. Fyrstu fetini. Fyrstu orðini. Fyrsti skúladagur. Síðsti skúladagur. Síðstu orðini. Síðstu fetini. Og, ja, alt hitt.

Sum sagt, so fór eg til skips 14 ára gamal, og ta vikuna á sjónum kann so eingin taka frá mær, men annars kann eg ikki snakka uppií, sum man sigur. Misti kanska tvær venjingar og ein sunnudagsskúla.

Men, takk, tit.

Greinin er frá facebook-vanganum hjá Bárði á Lækjuni.