Bara fimti hvør veit um reglur fyri hvílitíð á skipum
Í Breddanum í gjár hoyrdu vit, at føroyskir fiskimenn sambært eini Ph.D-ritgerð fáa ov lítlan svøvn, og hetta økir um vandan fyri óhappum umborð.
Ein kanning hjá Sjóvinnustýrinum stuðlar upp undir hetta, tí hon staðfestir, at bert fimti hvør sjómaður á partrolarum veit, at tað eru reglur, ella kenna reglurnar um hvílitíð umborð.
Hoyr Hans Johannes á Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum, í útvarpstíðindunum: https://kvf.fo/greinar/2023/04/19/bara-fimti-hvor-veit-um-reglur-fyri-hvilitid-skipum