Bakkafrost 21.600 tons í kruvdari vekt í Føroyum og Skotlandi

Havsbrún seldi umleið 27.000 tons av fiskafóðri

Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi í 2024 fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.600 tons í kruvdari vekt. Tað er 2.500 tons meira enn sama tíðarskeið í fjør, tá samlaða tøkan var 19.100 tons í kruvdari vekt.

Tað sæst at lesa í fráboðan til keypsskálan í Oslo.

Tveir triðingar – 14.300 tons – í kruvdari vekt varð tikið í Føroyum, meðan samlaða tøkan var 7.300 tons í kruvdari vekt í Skotlandi.

Felagið væntar, at samlaða tøkan í 2024 verður 91.000 tons av laksi í kruvdari vekt, harav 66.000 tons í Føroyum og 25.000 tons í Skotlandi.

Í 2023 var samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi 73.006 tons í kruvdari vekt. Í Føroyum var tøkan 52.408 tons, meðan hon var 20.598 tons í Skotlandi.

Eisini sæst at lesa í fráboðanini, at Havsbrún seldi umleið 27.000 tons av fiskafóðri í fyrsta ársfjórðingi í ár, og keypti 136.900 tons av rávøru sama tíðarskeið.

Øll frágreiðingin fyri fyrsta ársfjórðing í ár hjá Bakkafrost-samtakinum verður almennur tann 6. mai.

Tað skrivar FM1 á síni heimasíðu www.fm1.fo