Bacalao í Varpinum
Hetta er eitt Flemmish Kap-kvøld, har tað verða sagdar søgur frá Flemmish Kap og annars hugleiðingar um gamlar dagar á hesum fjarlagdu leiðum.
Onkur vil vera við, at man ikki kann kalla seg rættan Flemmish Kap´ara, um tú ikki hevur verið við skipi, ið ikki var yvirdekkað s.s. Pison, Kvikkur, Jógvan S, Klakkur – seinni Stella Maria og Karina. Eisini er sjálvsagt talan um Brestir Beinir, Garðabátarnar og fleiri.
Gutti við grýturnar
Gutti Winther bjóðar eina betri Flemish Kap-máltíð. Her er talan um rávøru frá Hanus á Kósini, ið verður viðgjørd við íblástri frá Miðjarðarhavinum, sum til høvið verður kallað Bacalao í Varpinum – fyrsta floks saltfiskur og annar fiskaúrdráttur.
Gunnar Nolsøe hevur eitt afturlítandi tónleika-søgubrot við góðum tónleiki frá gomlu Flemmish Kap-tíðini.
Kunnað verður eisini um ”saltfiskatúr” til Spania saman við Sólorku 15. – 22. oktober 2024. Vit hoyra m.a. um, hvussu stóran týdning, toskur, sum á sponskum eitur, Bacalao – hevur í spanskari matgerð, har serliga føroyski toskurin er høgt í metum. Tað sigt, at um 1400 uppskriftir er til at matgera Bacalao so ella so ymiskar máltíðir burtur úr føroyska saltfiskinum.
Tekna teg
Neyðugt er at tekna seg til tiltakið í Varpinum!
Freistin fyri tekningina er mikudagin 21. feb. Kl. 12.00.
Kostnaðurin er kr. 100,-
Tekna teg til Bacalao í Varpinum á - atgongumerki.fo
Faktaboks:
Flemish Kap kvøld í Varpinum leygakvøldið 23. februar kl. 19.00