Avtalan skapar óvissu um sildafiskiskapin í heyst

skapar óvissu um føroyska sildafiskiskapin í íslendskum sjógvi í heyst

Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland, sum var undirskrivað í gjár, er bara galdandi til 1. august. 

Og sildakvotan hjá føroysku skipunum verður vanliga fiskað um heystið - í íslendskum sjógvi.

Páll Holm Johannesen setur sítt álit á, at landsstýrið eisini ger tað, sum var fráboðað í gjár - tað er at fáa eina fiskiveiðiavtalu við Ísland fyri 2027, áðrenn avtalan fyri 2026 fer úr gildi 1.august í ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Nótaskip: Avtalan skapar óvissu um sildafiskiskapin í heyst | Kringvarp Føroya

Við fiskiveiðiavtaluni kunnu føroysk skip fiska 5.600 tons av botnfiski, harav 2.400 tons av toski og 400 tons av brosmu, í íslendskum sjógvi. Eisini sleppa føroysk skip at fiska lodnu í íslendskum sjógvi. Íslendsk skip kunnu fiska 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Haraftrat kunnu londini fiska svartkjaft og norðhavssild í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum. '

Kelda: Jón Brian Hvidtfeldt á kvf.fo