Avbjóðandi samráðingar á skrá
Mikudagin 2. oktober var Heilsuhjálparafelagið á fundi við formannin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Per Martin Gregersen, har samskift varð um ymsar avbjóðingar í sambandi við komandi sáttmálasamráðingar, nú sáttmálin millum partarnar gekk út 1. oktober.
Ein avbjóðing er feilurin í lønarlyftinum, ið framvegis spøkir. Samstundis vóru vit ikki eitt av teimum fakfeløgunum ið vóru til samráðingar í 2022, tá lønarkarmurin var søguliga høgur. Hetta skulu okkara limir sjálvsagt kompenserast fyri.
Vit ásanna, at samráðingarnar kunnu gerast truplar hesaferð, men eru samstundis bjartskygd, at vit kunnu koma á mál. Hetta umrøddu vit eisini á fundinum við formannin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Heilsuhjálparafelag Føroya