Áttamannafar við árum sum grindabátur
Á hesi myndini, sum helst er tikin tíðliga í trýssunum, eru teir farnir í grind við einum áttamannafari. Hetta hevði neyvan nakar tíma ídag, har eitt stórt tal av skjóttgangandi bátum liggja í bátahyljunum í øllum kyrruplássum í landinum.
Á tí norðaru Stengarbrúnni síggjast nógv fólk, meðan Gamla Pride liggur sunnanfyri ta sunnaru brúnna.
Allir menninir, sum sita við árarnar, hyggja yvir móti Stengarlandinum, og tí er tað ógjørligt at eyðmerkja teir. Tó hyggur maðurin, sum situr á toftibekki í stýriborð, yvir móti myndamanninum.
Hesin kundi líkst Franklin í Kunoy, men tað kann saktans verða onkur annar. Myndin er úr savninum hjá Jóannes Niclasen.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum