Átta 80-tons bátar vórðu bygdir til Føroya eftir kríggið
Herfyri skrivaði eg í einum uppslagi m.a., at seks 80-tons útróðrarbátar vórðu bygdir í Danmark til Føroya eftir seinna heimsbardaga. Síðan hevur ein kelda gjørt meg varugan við, at hetta er ikki heilt rætt, tí teir vóru átta í tali. Onkur av bátunum var eitt sindur størri enn 80 tons. Bátarnir eru hesir:
Erna Durhuus, Vestmanna, seinni seld til Ísland
Harris, Vestmanna, seinni Grunningur hjá Kjølbro
Eydna, Sumba, seinni Rólant, Tvøroyri
Útegg, Leirvík, seinni Pollur hjá Kjølbro
Dragasund, Klaksvík
Saksaberg, Vágur, seinni Drangur, Sørvágur
Selberg, Sørvágur, seinni Mei, Vágur
Snekkjusteinur, Haldórsvík, sakk í Haraldsundi 1948/49.
Eg kenni ikki lagnuna hjá hesum bátunum. Myndina av Dragasund við Stengarbrúgvarnar í sildatíðini seinast í fimtiárunum havi eg lænt frá einum uppslagi hjá Magnu Reid Joensen í 2011.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna