Hevur arbeitt á Varðanum Pelagic síðan 2012!
Takið væl ímóti Athiwat Kaeothonglang, sum myndar ársins fyrsta #verkafólkavanga
Athiwat er 34 ár og arbeiðir á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Hann hevur arbeitt á virkinum síðan tað lat upp í 2012!
Teksturin er av facebook-vanganum hjá Føroya Arbeiðarafelag, sum tey kalla "VERKAFÓLKAVANGIN"
Á virkinum er Athiwat “posapakkari”. Tað vil siga, hann eftirkannar, um posarnir, sum fiskurin er pakkaður í, eru sum teir skulu: um teir viga rætt, um hol er á o.l., og so sendir hann teir víðari til frystaran
Honum dámar væl arbeiðið. Hann sigur, at hóast tað málsliga kann vera ein avbjóðing, so eru starvsfelagarnir altíð ímøtikomandi og vilja hjálpa. Hetta er við til at gera arbeiðslívið sera gott. Og so er tað ein fyrimunur, at mamma hansara eisini arbeiðir á virkinum, tí tað gevur teimum møguleika at hava familju-góðskutíð til arbeiðis
Hóast Athiwat er glaður fyri arbeiðið, kundi hann hugsað sær, tað vardi alt árið runt. Tað kann vera eitt sindur avbjóðandi við sesongarbeiði, heldur hann, tí tað er trupult at leggja ætlanir frammi í tíðini, millum annað, tá ferðir til Teilands o.a. skulu fyrireikast.
Túsund takk fyri, Athiwat, at tú vildi vera við í Verkafólkavanganum, og vit ynskja tær alt tað besta!