At vera í miðpunkt
Tá ið ein hyggur eftir sjónleiki, verður varpað ljós á sjónleikarin. Eitt flott íklætt menniskja, dansandi og syngjandi runt á einari flottari scenu við vøkrum ljósspæli og tónleiki. Tá sjónleikurin er av, bukkar og neigar sjónleikarin ímeðan áskoðarir klappa og floyta. Sjónleikarin er ein stjørna. Ein glógvandi gimsteinur. Men mest av øllum, er hann minniligur. Eftir sjónleikin, verður andlit hansara kent aftur, og hansara navn verður nevnt. Hann verður kanska steðgaður á gøtuni, tí onkur áskoðari kennir hann aftur. Men hvussu við ljóðfólkunum? Skræddarunum ið seymaðu klæðini? Tey, ið smíðaðu scenuna? Tey, ið fingu alt at hanga saman?
Í dag, 8. mars, er altjóða kvinnudagur. Dagurin har ið vit heiðra heimsins kvinnum. Heiðra kvinnunum, ið ígjøgnum heimssøguna eru blivnar settar á síðulinjurna, og ofta ikki hava fingið møguleikan at gerast ein glógvandi stjørna. Kvinnur, hvørs navn vit alt ov ofta ikki minnast. Kvinnur, ið hava fingið alt at hanga saman.
Tá ið føroyska fiskivinnusamfelagið tók seg fram, og føroysku mennirnir fóru út í víðan heim at skapa pengar, vóru kvinnurnar eftir í Føroyum. Mennirnir ið ofraðu seg í vónum um at betra Føroyar, vera nevndir í søgubókum – sum sjálvsagt er gott. Kvinnurnar sum vóru eftir við húsi og børnum, verða tó ikki eins nógv heiðraðar. Kvinnurnar, ið hildu føroyska mentanararvinum á lívi. Kvinnurnar, ið uppaldu komandi ættarliðið. Kvinnurnar ið hildu samfelagnum koyrandi. Fyri at menn skuldu hava møguleikan at vera slíkar hetjur, var tað neyðugt at hava eina kvinnu aftanfyri hann. Eina kvinnu ið tryggjaði, at har var eitt heim, ið maðurin kundi koma aftur til. Eina kvinnu ið fekk alt at hanga saman.
Í Vágsbotni er ein standmynd av Nólsoyarpálli ið so prúður hyggur út eftir Nólsoynni, og uttanfyri løgtingið stendur ein standmynd av R.C. Effersøe. Men longri yvri, móti skálatrøð, er ein standmynd av eini kvinnu, ið stendur og vaskar fisk. Fiskagentan. Ein kvinna uttan navn, og uttan samleika, men tó altavgerðandi fyri Føroyar, og menningina ið her er farin fram.
Í dag, 8 mars, vilja vit minnast hesar kvinnurnar. Kvinnurnar uttan navn, og uttan andlit.
Kvinnurnar ið hava tikið leiklutin av tí ofta ósjónliga – men altavgerðandi – leiklutinum í menningini hjá Føroyum. Men í dag skulu vit eisini hyggja frameftir, og stuðla upp undir menninga á hesum økinum – ikki bert til frama fyri kvinnur, men fyri allar føroyingar. At eggja kvinnum at ikki lata seg gerast ósjónligar, men at vera stjørnur. At vera í miðpunkt. Stjørnur, hvørs navn og andlit, vit fara at minnast. Og til seinast, at vera fyrimyndir. Fyrimyndir sum Ingerð, skipari á Queen Elizabeth, Anniku ið gjørdist maskinmeistari í summar við heiðursmerki, og Jóhonnu ið er sjómanskona og stjóri Atlantic Airways. Fyrimyndir hjá næsta ættarliðnum at hyggja upp til, og fyrimyndir hjá teimum at taka eftir.