At ala skeljadjór og laks á sama aliøki
Fiskaaling: At ala fisk og skeljadjór so mikið tætt saman, at skeljadjórini kunnu liva av skarni frá alifiskinum og harvið minka um árinið á umhvørvið, er nakað, sum hevur verið kannað í fleiri áratíggju, men ikki rættiliga hevur vunnið frama í vinnuni.
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Frontiers of Marine Science, hava granskarar á Fiskaaling í samstarvi við Hiddenfjord, DTU Aqua og Scottish Association for Marine Science, modellera møguleikar fyri tílíkari samaling, har eftirgjørdu umstøðurnar eru so tættar at veruleikanum sum gjørligt. Tað er eisini modellera hvussu nógv kræklingur kann minka um umhvørvisárinið av skarni undir optimalum umstøðum.
Úrslitini vístu, at bert ein evarska lítil partur av skarninum verður upptikin, tá kræklingurin er við vatnskorpuna við síðuna av aliringunum, og tí minkar tað nærum ikki um umhvørvisárinið. Um umstøðurnar við tættleika av kræklingi, streymviðurskifti og søkkiferðin á skarni vóru optimalar, hevði kræklingurin minkað nakað meira um umhvørvisárinið, men framvegis ikki stórliga.
Greinin er partur av granskingarverkætlanum AquaVitae og SureAqua, har royndir eisini hava verið gjørdar við tara- og kræklingaaling. Eisini varð kannað um kræklingur kann upptaka upployst tøðevni frá alingini við at liva av gróðri.
T.v.s. at ala krækling og laks á sama fjørði, tó uttan beinleiðis samband millum útlát og upptøku. Tað er sera sannlíkt at kræklingurin kann upptaka líka nógv tøðevni, sum verða latin út um summarið meðan gróður er í sjónum.
Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, er høvuðsrithøvundur á greinini. Afturat henni hava Birgitta Andreasen og Tróndur T. Johannesen frá Fiskaaling verið partur av arbeiðnum umframt granskarar úr Norra, Danmark og Stórabretlandi.
Vísindagreinin við heitinum Modelling particulate waste assimilation by blue mussels within the spatial constraints of a commercial fish farm: implications for multitrophic aquaculture, kann lesast her.