Óvirðiligur tóni á Løgtingi um fiskimenn

“Hvat f … geri eg her umborð? Hví fari eg ikki í land beinanvegin?”

Eg haldi at tað er niðurgera hesi fólkini, sum veruliga kempa kampin hvønn dag. Í góðum veðri, men eisini í ódnarveðri og undir ringum umstøðum viðhvørt.«

 

Undir aðalorðaskiftinum í gjár fanst Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum og núverandi løgtingsmaður, at øðrum tingfólkum fyri at tosa niðursetandi um tey fólkini í fiskivinnuni, ið veruliga stríðast og kempa hvønn dag. Hetta gjørdu tingfólkini undir aðalorðaskiftinum við brúka ein retorikk, har tey mála støðuna soleiðis, at tey í fiskivinnuni fáa alt forerandi, og at fiskurin er framíhjárættindi, ið er givin nøkrum fáum.

Tað skrivar Norðlýsið á síni heimasíðu. 

Árni Skaale segði soleiðis:

»Eg haldi, nú eg havi sitið her allan dag og lurtað, og eg haldi tað skurrar øgiliga nógv í oyrunum á mær, tá ið eg hoyri, at vit snakka um tey fólkini, sum veruliga kempa í fiskivinnuni, sum hava vunnið okkum øll hesi rættindini, sum veruliga hvønn dag leggja orku í at fáa tað at fungera; sum at hetta er nakað, tey fáa forerandi. Tað skurrar í mínum oyrum.

Eg haldi at tað er at snakka øgiliga niðurgerandi um hesi fólkini. Hetta eru veruliga fólk, sum kempa hvønn dag. Hetta er veruliga fólk, sum leggja orku í. Ein garnamaður kom til mín í gjár ella fyrradagin. So segði hann “Hvat … geri eg? Eg dró standaran í gjár, og tá dreggið var komið at borði, tá var eg so kaldur og hugsaði “Hvat f … geri eg her umborð? Hví fari eg ikki í land beinanvegin?”

So at vit standa og snakka her um tey, sum at hetta er nakað, tey fáa forerandi; nakað sum vit forera teimum – eg haldi tað er at niðurgera tey. Og mær dámar illa, at man brúkar hendan retorikkin um, at hetta er ogn Føroya fólks, men at “tað er nøkrum fáum givin ein framíhjárættur”, “virðini skulu koma fólkinum til góðar”.

Undir aðalorðaskiftinum í gjár fanst Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum og núverandi løgtingsmaður, at øðrum tingfólkum fyri at tosa niðursetandi um tey fólkini í fiskivinnuni, ið veruliga stríðast og kempa hvønn dag. Hetta gjørdu tingfólkini undir aðalorðaskiftinum við brúka ein retorikk, har tey mála støðuna soleiðis, at tey í fiskivinnuni fáa alt forerandi, og at fiskurin er framíhjárættindi, ið er givin nøkrum fáum.

 

Árni Skaale segði soleiðis:

»Eg haldi, nú eg havi sitið her allan dag og lurtað, og eg haldi tað skurrar øgiliga nógv í oyrunum á mær, tá ið eg hoyri, at vit snakka um tey fólkini, sum veruliga kempa í fiskivinnuni, sum hava vunnið okkum øll hesi rættindini, sum veruliga hvønn dag leggja orku í at fáa tað at fungera; sum at hetta er nakað, tey fáa forerandi. Tað skurrar í mínum oyrum.

Eg haldi at tað er at snakka øgiliga niðurgerandi um hesi fólkini. Hetta eru veruliga fólk, sum kempa hvønn dag. Hetta er veruliga fólk, sum leggja orku í. Ein garnamaður kom til mín í gjár ella fyrradagin. So segði hann “Hvat … geri eg? Eg dró standaran í gjár, og tá dreggið var komið at borði, tá var eg so kaldur og hugsaði “Hvat f … geri eg her umborð? Hví fari eg ikki í land beinanvegin?”

So at vit standa og snakka her um tey, sum at hetta er nakað, tey fáa forerandi; nakað sum vit forera teimum – eg haldi tað er at niðurgera tey. Og mær dámar illa, at man brúkar hendan retorikkin um, at hetta er ogn Føroya fólks, men at “tað er nøkrum fáum givin ein framíhjárættur”, “virðini skulu koma fólkinum til góðar”. Eg haldi at tað er niðurgera hesi fólkini, sum veruliga kempa kampin hvønn dag. Í góðum veðri, men eisini í ódnarveðri og undir ringum umstøðum viðhvørt.«

Á heimasíðuni hjá Løgtinginum, www.logting.fo/mal/mal/ , ber til at hoyra alt orðaskiftið. Orðini hjá Árna Skaale byrja á 16:12.

Á heimasíðuni hjá Løgtinginum, https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10316  , ber til at hoyra alt orðaskiftið. Orðini hjá Árna Skaale byrja á 16:12.