Árni Skaale brúkti ikki røtt tøl - Fiskimálaráðið hevði givið honum onnur tøl
Tað vóru tøl frá Faroe Agency, sum livir av at samstarva við russar, ið Árni Skaale brúkti at greiða frá virðinum av russlandsavtaluni. Ráðið hevði givið honum onnur tøl.
Avtalan við russland um fiskiskap í Barentshavinum er verd 1,2 milliardir krónur ella fimm prosent av BTÚ. Tað hevur verið boðskapurin hjá Árna Skaale, landsstýrismani í fiskivinnumálum.
Vit hava spurt Fiskimálaráðið um grundarlagið undir hesi meting og útsøgn hjá landsstýrismanninum. Til tað svarar, Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, at ráðið sum fakráð ikki stendur aftan fyri upplýsingarnar. Men hann svarar eisini, hvaðani upplýsingarnar hjá landsstýrismanninum koma.
Landsstýrismaðurin hevur sambært aðalstjóranum tølini frá, Karl Erik Reynheim, stjóra í Faroe Agency, sum livir av at samstarva við russar og sum eisini hýsir russiska konsulatinum í Føroyum. Hann skrivar í einari grein 24. oktober, at samstarvið við Russland er vert 1,2 milliardir um árið. Og aðalstjórin sigur, at hetta er grundarlagið, sum landsstýrismaðurin hevur brúkt til útsagnirnar, men at ráðið ikki hevur rátt honum til at gera tað.
Ein landsstýrismaður er ein embætismaður, og hann virkar bæði eftir fyrisitingarlóg og lógini um ábyrgd landsstýrismanna, sum sigur, at hann í øllum førum fyri tinginum eigur at bera rættar upplýsingar.
Hans Ellefsen, sum er búskaparfrøðingur, er ósamdur við útsagnunum hjá landsstýrismanninum. Men tað áhugaverda er, at tað er júst hann, ið hevur ráðgvið ............LES ALLA GREININ HER og samrøðuna við Árna Skaale í Dagur & Viku https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/12/01/skeiv-tol-fra-arna-skaale