Árni M. Dam við viðmerking til Hanus Hansen, reiðara
Sjúrður Skaale spurdi meg, um hann kundi nýta tølini eg hevði set upp viðvíkjandi handlinum um Barentshavið. Tí hann fann eingin onnur. Hetta roknistykkið tekur støði - eftir mínari meting - í teimum faktuellu viðurskiftum sum eru kend í dag. Hetta havi eg roynt at gjørt eftir bestu sannføring. Roknistykkini liggja alment frammi og eg eri sera áhugaður í at fáa konstruktivar viðmerkingar.
Havi brúkt tølini fyri avreiðingarvirði, sum eru skrásett hjá Vørn, fyri 2021, sum eru 452. mió. Kr., meðan Hanus Hansen nevnir, at tey skulu verða 615, sum sjálvandi gevur stórt útslag í sjálvum avreiðingarvirðinum, spurningur er havar finni ein hesi tøl, tá tað ikki er skráset hjá Vørn fyri 2021. Er so stórur partur av kvotuni landaður í 2022 og hvussu er við árskiftið 2020/21?
Miðalprísurin hjá Hanus er nakað lagri pr. kg. Fyri makrel, sild og svartkjaft, tí hann tekur Nordborg burtur úr tølunum frá Vørn. Tað kann man gott. Tann miðalprísurin eg havi brúkt er Nordborg við. Ein kundi eisini valt bara at brúka miðalprísini hjá Nordborg.
Fleiri føra fram at vit skulu bert hyggja eftir fyrstahondsvirðinum og um so er, so mugu vit eisini minnast til at okkara fyrstahondsvirði er sera nógv merkt at fleiri viðurskiftum - fríi marknaðurin er ikki galdandi - virkir og skip eru knýtt saman. Revsitollur er á fyri at landa aðrastaðni enn í Føroyum - Um vit skulu nýta fyrstahondsvirði sum einsamalla meting og einki avleitt virksemi, so vil verða rættast at nýta fyrstahondsvirðið hjá Nordborg, sum okkara grundarlag fyri hvat ið vit lata. Nordborg er verksmiðjutrolari, eins og teir, ið fiska í Barentshavinum.