Árni Frederiksberg tekur við sum stjóri á Kjølbro Heilsølu
Móttøka í samband við stjóraskifti á Kjølbro Heilsølu
Í samband við at Árni Frederiksberg er byrjaður sum stjóri á Kjølbro Heilsølu 1. mars, verður móttøka á skrivstovuni hjá Kjølbro Heilsølu fríggjadagin 3. mars frá 15 til 17.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Tað boðar P/F J.F. Kjølbro heilsøla frá.
Soleiðis skrivar P/F J.F. Kjølbro heilsøla á síni heimaíðu, um søgu felagsins.
P/F J.F. Kjølbro heilsøla er ein familjurikin heilsøla. Í 1996 keyptu brøðurnir Jákup og Jóannes Mikkelsen saman við øðrum heilsøluna frá Norðoyagrunninum. Føroyar vóru ávegis úr herviligu fíggjarkreppuni síðst í 80-unum. Hetta gjørdi, at tey fyrstu árini vóru trupul, og ofta stóð á at fáa endarnar at røkka saman. Men við nærlagni og hørðum arbeiði fór at gangast betur. |