Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum verður leygardagin
Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 7. oktober.
Streymurin verður góður og sambært veðurforsøgnini verður undir 10 metrar um sekundið av útnorðingi og norði, so fortreytirnar fyri eina góða fiskikapping átti avgjørt verið til staðar.
Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum frá klokkan kl. 7.30, við Varpabrúnni. Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17. Veiðan løgd upp við NFCS.
Uppboðssøla verður sunnanfyri NFCS frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.
Góðir vinningar
Aftur í ár verða sera góðir vinningarnir lættnir:
Aftur í ár verða sera góðir vinningarnir lættnir:
Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: RVtøkni)
Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: MP Teknik)
Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, ið ikki gerast millum vinnararnar - Vinningur: Ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur )
Inntøkan av sølu fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipið Dragin.