Árliga fiskikappingin
Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 28. september.
Streymurin verður góður og sambært veðurforsøgnini verður undir 10 metrar um sekundið av útnyrðingi, so fortreytirnar fyri eina góða fiskikapping átti avgjørt verið til staðar.
Bátarnir loysa um áttatíðina og skulu verða aftur klokkan 17. Luttakararnir fáa góða heita suppu, tá teir hava avreitt, og síðani verður steypahandaðan til vinnararnar.
Uppboðssøla verður sunnanfyri NFCS frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.