Árið er gott
-Á Rygginum fáa vit mest tosk og svartkalva og tað er fiskur við góðum prísi. Tí kann tað loysa seg at royna har, hóast nøgdirnar ikki altíð eru stórar, sigur Heðin.
Sørvágstrolarin Vesturvarði, byrjaði fiskiskapin síðst í august 2023.
Sostatt verður 2024 fyrsta heila árið trolarin hevur verið í vinnu, hóast vit hava ein mánað eftir av árinum, og teir vóna at gera tveir túrar afturat.
Mánadagin var sjómanstrúboðarin umborð við jólapakkunum frá sjómanskvinnuringunum. Tá hitti hann skiparin, Heðin Hansen, sum takkar hjartaliga fyri pakkarnar. Heðin bjóðaði drekka og høvi var eisini til eitt Guds orð og bøn.
Hann fekk eisini prát við Heðin um gongdina hjá Vesturvarða: Hann segði millum annað:
-Eg haldi ikki eg kann siga annað, enn at gongdin hevur verið góð. Skipið hevur riggað væl og fiskiskapurin hevur verið í lagið. Tað kann altíð ganga betri, sum sjómenn ofta taka til, men tað kundi sanniliga eisini havt gingið verri.
-Vit royna mest á djúpum vatni við Føroyar eftir svartkalva. Vit hava eisini roynt í bretskum sjógvi og so hava vit roynt nógv á Rygginum, millum Føroyar og Ísland, sigur hann.
-Íslandsryggurin hevur roynst væl í ár. Undanfarnu árini hava skip gjørt onkran brúkiligan túr har, men økið er ikki stórt og tí tolir tað ikki nógva roynd. Í ár hevur verið øðrvísi, tí væl av fiski hevur verið at fingið har í fleiri mánaðir, sigur Heðin.
-Á Rygginum fáa vit mest tosk og svartkalva og tað er fiskur við góðum prísi. Tí kann tað loysa seg at royna har, hóast nøgdirnar ikki altíð eru stórar, sigur Heðin.
Átta mans eru við Vesturvarða, sum landar til Snarfrost í Miðvági. Skiparin, stýrimaðurin og meistarin eru umborð í umleið ein mánað og hava so frí í ein mánað. Dekkararnir avtala sínámillum, nær teir eru umborð og nær teir eru heima.
Heðin er ein av okkara garvaðu sjómonnum, tí í apríl komandi ár, hevur hann verið sjómaður í 50 ár.
Teimum umborð á Vesturvarða og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin