Arctic Voyager við “Hvalbiar litunum”
Arctic Voyager var ikki at kenna aftur, tá hann í dag kom inn á Hvalba.
Skipið hevur seinastu tíðina fingið eina yvirháling, ymiskt er gjørt umborð og so er skipið málað í nýggjum litum, “Hvalbiar litunum”
Hvalbiar kommuna ynskir bestu eydnu framyvir til reiðarí, skip og manning.
Tað skrivar Hvalbiar kommuna á síni heimasíðu.
Myndina eigur Poiul Laust Christiansen.

