Arctic Viking siglir heim við 650 tonsum

Tað er illveður í Norður-Norra, so teir sigla innanskers

Arctic Vikiing siglir heim fullfermdur

Kollfjarðatrolarin Arctic Viking siglir heim við fullari last - 650 tons av frystum fiski.

Arctic Viking hevur fiskað í Barentshavinum, teir fóru avstað 20. desembur, og verða væntandi á Kollafirði sunnudagin.

Tað skrivar jn.fo.

Tað er illveður í Norður-Norra, so teir sigla innanskers, til teir verða leysir av Vestfjorden, tá seta teir kós á Føroyar, segði skiparin við okkum fyrr í morgun.

Tað eru 17 mans við hendan túrin, skipari er Heri Thomsen.