Arctic Viking siglir heim

Eru á veg til tjekkpunktið fyri at seta russiska inspektørin av.

Tá vit høvdu samband við Heri Thomsen, skipara á  Arctic Viking, fyrr í morgun, segði hann, at teir fóru úr Tromsø 6 aug.

Heri sigur, at teir hava fiska í russiska partinum av Barentshavinum og hava nú 370 tons av rækjun inni.

Manningin telur 17, har ein er kvinna.

Heri leggur aftrat, at teir sigla nú í móti tjekkpunktinum, fyri at seta russiska inspektørin av og sigla síðan heim.

Teir rokna við at vera á Klaksvík týsdagin, sigur Heri Thomsen, skipari á Arctic Viking, at enda .

Myndina tók Teitur Haraldsson Høgnesen