Arctic Viking farin nýggjan túr
Teir hava júst landa rækjurnar, frá seinasta túrinum, í Klaksvík.
Nú hava teir lagt um til toskafiskiskap.
Teir fara í Barentshavið, i russiskt øki, at fiska torsk og hysu.
Hendan túrin er Esmar Petersen skipari.
Arctic Viking hevur eina kvotu á 640 av toski og hysu.
Vísindafólk hava annars malt til at skerja toskafiskiskapin í Barentshavinum aftur næsta ár, fjórða árið á rað.
Kvotan er minkað nógv seinastu árini.