Arbeiðsmarknaður: Hevur arbeitt í 22 ár hjá Krosstein
Krosstein veitir í høvuðsheitum tænastur og vørur innanfyri vatnveiting, hitaverk, kloakk, sanitet og ventilatión Í alt starvast uml. 30 fólk í fyritøkuni
Sveinbjørn er 52 ár, úr Kvívík, og hevur arbeitt sum goymslumaður hjá Krosstein síðan 2001 - altso í 22 ár!
Honum dámar væl arbeiðið, og serliga eru tað kundarnir og starvsfelagarnir, sum ríka gerandisdagin
Tað skrivar Føroya Arbeiðarafelag á sínum facebook-vanga.