Arbeiðsmarknaður: Starvast hjá Tórshavnar kommunu í 10 ár

Hann byrjaði á lendisdeildini hjá kommununi

Fráfaringarløta var í gjár fyri Hera Thorsteinson, sum nú fer frá fyri aldur.

Heri hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 10 ár. Hann byrjaði á lendisdeildini hjá kommununi í 2013, men seinastu seks árini hevur hann arbeitt úti á kirkjugarðinum sum gravari.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og starvsfelagarnir hjá Hera Thorsteinson vóru savnaðir saman við honum til ein kaffimunn og prát, nú Heri fer frá.

Borgarstjórin takkaði Hera fyri tíðina, ið hann hevur arbeitt fyri Tórshavnar kommunu.