Arbeiðsmarknaður: Lokið hægri útbúgving
Í farnu viku hátíðarhildu vit hesar røsku starvsfelagarnar, sum hava lokið eina hægri útbúgving innan ávikavist leiðslu, ognarmekling og trygging.
"Førleikamenning og útbúgving hava alt at siga, fyri at eitt arbeiðspláss kann mennast og førka seg fram – bæði fyri einstaka starvsfólkið og fyri arbeiðsplássið sum heild.
Og júst tí royna vit áhaldandi at raðfesta fakligu menningina hjá okkara starvsfólkum", sigur Turið F. Arge, forstjóri.
Á myndini eru frá vinstru: Snorri Danielsen, Magnus Herdalur, Ingibjørn Royðutoft, Arnhold Olsen, Naina Jespersen, Hjalti Mohr Jacobsen, Heidi í Homrum. Jón Brekku manglar á myndini.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við útbúgvingini
Tað skrivar Bank Nordik á facebook-vanga sínum.