Arbeiðsmarknaður: Klæmint Østerø nýggjur rakstrarleiðari
Klæmint Østerø nýggjur rakstrarleiðari á Strandferðsluni
Strandferðslan hevur sett 53 ára gamla Klæmint Østerø í starv sum deildarleiðara fyri rakstrardeildina.
Starvsroyndirnar hjá Klæminti eru innan verkfrøði, verkætlanarstýring, fyrisiting og leiðslu hjá Landsverki og Fiskaaling.
Í fleiri ár var hann eisini sjálvstøðugur vinnurekandi.
Klæmint hevur lisið sivilverkfrøði í offshore konstruktión.