Arbeiðsmarknaður: HJØRDIS MORTENSEN VERÐUR TRIVNAÐARSTJÓRI
Í november søkti Almannaverkið eftir trivnaðarstjóra, sum skal leiða Trivnaðardepilin, størsta depil í Almannaverkinum. Trivnaðarstjórin hevur ábyrgd av øllum virkseminum í deplinum og skal tryggja, at depilin virkar sum ein savnaður og strategiskt hugsandi depil.
Setanartilgongdin er nú liðug, og avgerð er tikin um at seta Hjørdis Mortensen í starv sum trivnaðarstjóri. Hon tekur við starvinum 1. januar 2024.
Hjørdis hevur starvast í Almannaverkinum í 15 ár, og hevur hon drúgvar royndir sum fulltrúi og leiðari.
Hon byrjaði í Almannaverkinum í 2008 og starvaðist sum fulltrúi á skrivstovuni hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini í seks ár. Frá 2014 til 2015 var hon sett sum fulltrúi í Viðskiftadeplinum. Í 2016 varð deildin Avgerðarskrivstovan skipað til at taka sær av visitering til trivnaðartænastur. Hjørdis tók við starvinum sum deildarleiðari í Avgerðarskrivstovuni og hevði ábyrgd av at menna nýggju deildina og skipa økið visitering av nýggjum.
Seinastu tvey árini hevur hon verið partur av stjórn og deildarleiðari í Tankasmiðjuni. Við hesum royndum hevur hon fingið eitt gott innlit í strategiska arbeiðið í Almannaverkinum.
Hjørdis er 48 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og bachelor í fyrisiting og organisatiónsteori frá universitetinum í Bergen.