Arbeiðsmarknaður: Hetta er Jesel

Hon hevur starvast á Landssjúkrahúsinum í hálvt annað ár

Hetta er Jesel, hon starvast sum medikoteknikari á Landssjúkrahúsinum.

Jesel er 29 ár og er av Filipsoyggjunum. Hon hevur starvast á Landssjúkrahúsinum í hálvt annað ár. Hon hevur bachelorútbúgving í elektronikki, og er sera glað fyri, at hon kann gagnnýta sína útbúgving her í Føroyum.

Tá starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava trupulleikar við eitt nú teirra telefonum ella headsettum, er tað Jesel tey ringja til, tí hon er skjót at hjálpa

Tað skrivar LS á facebook-vanga sínum.