Arbeiðsmarknaður
Í morgun var fráfaringarløta fyri Súnhild Hansen, sum takkar fyri seg, nú hon fer frá fyri aldur.
Fríggjadagin 8. november 2024 er seinasti arbeiðsdagur hjá Súnhild Hansen, sum starvast á dagstovninum við Stórheygg í Hósvík. Súnhild hevur starvast við Stórheygg seinastu 11 árini og áðrenn tað starvaðist hon 7 ár á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka. Sostatt hevur Súnhild starvast í Sunda kommunu í 18 ár, nú hon gevst fyri aldur.
Borgarstjórin, Jógvan Kruse, takkaði fyri trúgva tænastu og handaði Súnhild blómutyssi.
Sunda kommuna takkar Súnhild fyri góða og drúgva tænastu og ynskir henni blíðan byr.
sunda.fo