Arbeiðsmarknaður
Samráðingarnar slitnaðu 31. oktober og semingsstovnurin kallaður inn í samráðingarnar.
Talan er um eina semingsroynd millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelag.
Seinnapartin í gjár fingu partarnir so handað eitt semingsuppskot.
Partarnir skulu svara á middegi í dag, um tey taka undir við semingsuppskotinum.