Arbeiðsmarknaður

Anna E. Joensen havt 25 ára starvsdag

Fríggjadagin 1. novembur hevði Anna E. Joensen 25 ára starvsdag í Sjóvar kommunu. 

Anna byrjaði í starvinum sum kommunuskrivari í Sjóvar kommunu 1. novembur 1999, og hevur við stórum nærlagni og sera ábyrgdarfult røkt hetta starvið øll hesi 25 árini. Hon er fyrikomandi og dugnalig í samskifti og avgreiðslu av fyrispurningum frá borgarum og viðskiftafólki, og hennara blídliga lyndi ger, at tað kennist fjálgt og heimligt at koma inn um gáttina á kommunuskrivstovuni.    

Anna er ættað av Eiði, og giftist ung við Ólavi Joensen, frá Gjógv, hagar hon flutti í egin hús at búgva, og fingu tey børnini Jónu og Pætur. Teimum varð ikki langt lív lagað saman, tí sjúka gjørdu um seg, og sat Anna einkja heilt ung, við tveimum smáum børnum.

Nú vóru góð ráð dýr, men hon fall tó ikki í fátt, og ábyrgdarfull sum hon var megnaði hon at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag fyri seg sjálva og børnini.

Anna er útbúgvin í banka, og arbeiddi í fleiri ár í Sjóvinnubankanum, og tað var har, hon møtti Eyðsteini, og fluttu hon og børnini út á Strendur at búgva í 1997. Heimið undir Torvbrekku, og ikki minst urtagarðurin, er karmurin um gerandisdagin hjá teimum báðum, og nú eitt friðskjól hjá børnum og ommu- og abbabørnunum, sum eru fýra í tali. Í frítíðini er hon svorin StÍF fjeppari, og hevur hon í nógv ár sitið við dómaraborðið í høllini, tá ið dystir eru.

Mánamorgunin var hugnaløta fyri Onnu á kommunuskrivstovuni, har ið starvsfelagarnir í umsitingini og teknisku deild takkaðu fyri trúfesti og dugnasemi og hugnaligar løtur á Skúlavegi 10. Í nógv ár vóru bert 4 starvsfólk á skrivstovuni, og hesi hava eisini verið rættiliga leingi í starvi, og onkur uppaftur longri, og kunnu vit tí loyva okkum at staðfesta, at trivnaðurin er á heilt góðari leið og tey nýggju starvsfólkini trívast eisini sera væl ímillum ”tey gomlu”.

Vit øll í Sjóvar kommunu ynskja Onnu til lukku á 25 ára starvsdegnum, og takka fyri hennara trúfesti og alt tað arbeiði hon ger fyri kommununa, og borgarnar í Sjóvar kommunu, og vit ynskja henni alt tað besta í tíð sum kemur.

Spjaldur