Arbeiðsmarknaður: 50 ára starvsdag og fleiri høvdu 25 ára starvsdag
Í farnu viku hátíðarhildu vit rundar føðingardagar og starvsdagar, sum hava verið seinasta árið.
Eitt av starvsfólkunum, Anna Højgaard, hevur starvast á Gjaldstovuni í samfull 50 ár.
Anna byrjaði sum skrivstovunæmingur á Gjaldstovuni í 1973, áðrenn teldan trein inn um dyrnar. Hon hevur øll árini verið knýtt at bókhaldinum, har hon hevur veitt stovnum og borgarum somu góðu tænastu.
Vit tora at siga, at Anna er tað starvsfólkið, sum hevur myndað Gjaldstovuna allar mest. Og okkum starvsfelagar. Og tað er ikki bara tí, at hon hevur verið her leingi. Tað er tí, at Anna er Anna og nógv annað. Eitt skapandi, lívgevandi og tænastusinnað fólk, ið gleðir starvsfelagar og samstarvsfelagar.
Agnas Djurhuus, Birgit Rouch og Mariann Ejdesgaard hava allar havt 25 ára starvsdagar hjá tí almenna. Agnas og Birgit hava verið øll árini á Gjaldstovuni, meðan Mariann hevur starvast 24 av teimum 25 árunum hjá Studna.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, var til staðar til hátíðarløtuna fyri starvsfólkunum og ynskti teimum øllum hjartaliga til lukku. - Tey hava verið við til at byggja land og tryggja fyrisitingarligu karmarnar, sum vit so ofta taka fyri givið, segði landsstýriskvinnan millum annað, og samanbar starvsdagarnar við silvur- og gullbrúdleyp, har góður trivnaður og gleði ei heldur koma av sær sjálvum ella av tilvild, men tí báðir partar vilja tað
Á samkomuni hátíðarhildu vit eisini Birna V. Durhuus og Bergtóru Høgnesen, sum hava havt ávikavist 60 og 50 ára føðingardag.
Til lukku øll somul, tað skrivar Gjaldstovan.