Arbeiðsmarknaður

Ansgar Lenvig 75 ára starvsdag hjá Strandferðsluni

Hann tekur framvegis móti strandfaraskipunum í Hesti.

Hoyr samrøðuna við Anskar HER Ansgar Lenvig 75 ára starvsdag hjá Strandferðsluni | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Her er røðan sum Dennis Holm helt í samband við dagin.

ANSGAR LENVIG 75 ÁRA STARVSDAG HJÁ STRANDFARASKIPUM LANDSINS

At hugsa sær til at hava arbeitt í 75 ár er hjá teimum flestu næstan óveruligt - og so at hugsa sær til at hava verið í starvi hjá sama arbeiðsgevara í 75 ár er helst heilt óveruligt. Men í dag var hátíðarhald fyri Ansgar Lenvig í Hesti, sum 1. mai 2024 hevur 75 ára starvsdag hjá Strandfaraskipum Landsins - ja, hann byrjaði í starvi 1. mai í 1949.

Eg fekk heiðurin at bera eina heilsu frá landsstýrinum á stóra degnum hjá Ansgar.

Røða 75 ára starvsdagur hjá Ansgar Lenvig í Hesti

Góði Ansgar,

Hjartaliga tillukku við 75 ára starvsdegnum.

Neyvan eru fordømini um 75 ára starvsdagar í Føroyum nógv í tali – um nakað fordømið er yvirhøvur.

At hava verið í sama starvi í 75 ár vísur eitt óvanligt trúfesti. Tað krevur nakað heilt serligt at verða í parlagi í 75 ár – og hetta boðar frá, at tú Ansgar hevur dámt væl at verða í starvi hjá Strandfaraskipum Landsins. Hetta vísir eisini, at Strandferðslan hevur hildið nógv av tær og teirri tænastu, sum tú hevur veitt her úti í Hesti øll hesi árini.

Fyrsti ferð eg og so mong onnur hoyrdu um teg Ansgar, var í sjónvarps-sendingina hjá Tórða Mikkelsen um Hest við heitinum “Hin gloymda oyggin” – ein sending frá 2021 í tveimum pørtum.

Hesin fryntlig tá 86 ára gamli Ansgar greiðir í byrjanini í sendingini frá, hvussu hann 1. Mai í 1949 tók yvir uppgávuna at taka ímóti postbátinum, tí undanmaðurin flutti úr Hesti til Havnar. Tá varð róð út á postbátin við posti og farmi og av postbátinum inn til bygdina. Lossað varð við hond um kei-kantin – og Ansgar greiðir frá týdninginum av at sleppa av við mjólkini frá bóndum í oynni.

Eg kann til stuttleika nevna, at okur í Løgtingstíðindum frá 1949 kunnu lesa, at Landið eisini lat stuðul til at flyta mjólkina av bygd og til framleiðslustað - og framleiðarar fingu fyri mjólkina 65 oyri pr. litur um summarið og 75 oyri pr. litur um veturin.

Í nógv ár varð lossað um keikantin við hond, men seinni kom ferjulegan í Hesti og alt bleiv lættari, tí nú var trillandi í land, sum Ansgar greiðir so væl frá í sendingini.

At hava verið partur av einari skipan í 75 ár merkir eisini, at man hevur verið partur av einari øgiligari broytingartíð – ikki minst tá tað fevnir um skip á leiðini. Millum skipini hava verið gamla Ritan, Másin, nýggja Ritan, Sam, Tróndur, Spógvin, Súlan og Teistin, Erla Kongsdóttir – og nú loysir Ternan so av á Hestleiðini, inntil Erla Kongsdóttir fer at røkja leiðina fast í juni mánað.

Sjálv farleiðin er eisini broytt. Í nógv ár varð siglt til Havnar – men síðani 1992 hevur verið siglt á Gomlu Rætt og hevur hetta gjørt tað væl skjótari og høgligari at koma úr Hesti inn á meginøkið og útaftur í Hest.

Eitt er fjarstøðan – hitt er sjálv ferðaætlanin. Og eri eg sera fegin um, at tað bar til at fáa skipa eina góða Hestleið í desember, eftir at Sandoyarleiðin varð niðurløgd.

Túratalið á nýggju Hestleiðini er munandi økt og ikki minst, so ger ferðaætlanin, at tað í dag ber til at búgva í Hesti og arbeiða ella ganga í skúla í miðstaðarøkinum – eins og tað við nýggju ferðaætlanini er høgligari hjá vitjandi at vitja hesa vøkru oyggj og lættari at skipa ferðavinnu í oynni.

Betri samband út í oynna var eisini eitt av týðandi evnunum, sum varð umrøtt í sendingini Hin gloymda oyggin. Og vænti eg, at tú Ansgar av øllum er samdur í, at ein góð og støðuføst farleið er ein fortreyt fyri at tryggja støðuga menning av Hesti.

Góði Ansgar eg skal enn eina ferð ynskja tær hjartaliga tillukku við 75 ára starvsdegnum og takk fyri trúgva tænastu – og fari eg eisini at ynskja tær alt tað besta í framtíðini.

Takk fyri.