Arbeiðsmarknaður
Arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar.
Tað var eitt tað størsta vallyftið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi til seinasta løgtingsval.
Eitt trípartasamráðingarráð var sett at arbeiða við málinum.
Óluva í Gong, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sum hava verið partur av arbeiðnum, hava tó hvør sína tulking av, hvussu stytta arbeiðsvikan skal fremjast í verki.
Óluva í Gong undrast á, at stytt arbeiðsvika verður lovað í valstríðnum og skrivað í samgonguskjalið, men so frættist einki aftur.
Óluva í Gong og Niels Winther vóru í Breddanum HOYR HER : Ikki meiriluti í samgonguni at stytta arbeiðsvikuna við lóg | Kringvarp Føroya
Tað er Annika Bolton Mortensen stendur fyri tekstinum omanfyri, sum stóð á kvf.fo. Myndin er samansett.

