Arbeiðsmarknaður

Sámal Petur í Grund og Niclas Hentze høvdu 25 ára starvsdag

Fagnaðarløta á Sjómansheiminum

Sámal Petur í Grund og Niclas Hentze høvdu 25 ára starvsdag og vórðu heiðraðir av Strandfaraskip Landsins í dag

 

Á hugnaligari samkomu á Sjómansheiminum vóru Sámal Petur í Grund og Niclas Hentze fagnaðir, nú teir báðir hava starvast hjá SSL í 25 ár. Teir sigla báðir við SAM, Sámal Petur, sum skipari og Niclas sum dekkari. SAM hevur í mong ár røkt Kalsoyarleiðina. 

Sámal Petur í Grund er nýliga vorðin 67 ár og hevur valt at takka fyri seg, sum skipari hjá Strandfaraskip Landsins. 

Niels Jørgin Nielsen, rakstrarleiðari á SSL, Óli Simonsen, skipari á SAM og Niels Juel Arge, stjóri á SSL hildu røður.

Sámal Petur í Grund segði eisini nøkur orð, har hann takkaði fyri góðu tíðina, sum skipari hjá Strandfaraskip Landsins. 

Í næstum fer Teistin at røkja Kalsoyarleiðina

Tað skrivar Johann Lützen á Norðlýsinum. Myndina eigur Oliver Joensen