Arbeiðsmarknaður

48 ár á MEST

Í seinastu viku var hátíðarløta í kaffistovuni í Havn fyri Kristiani Martin Jacobsen sum fekk handað Kongsins Tænastuviðurkenning (belønningsmedalje) fyri trúgva tænastu hjá MEST í samfull 48 ár.

Nógvir fyrrverandi og verandi starvsfelagar vóru við til væleydnaðu løtuna – har røða varð hildin, nú Kristian Martin hevði fingið viðurkenning frá kongi.

Kristian Martin byrjaði á Tórshavnar Skipasmiðju, sum hon var nevnd tá, tann 28. apríl 1975 og arbeiddi sum elektrikkari øll árini fram til 22. des 2023.

Á myndini sæst Mouritz Mohr, stjóri á MEST, handað Kristiani Martini tænastumedaljuna fyri trúgva tænastu.